Eftir at tað var steðgur i landskappingunum síðsta vikuskifti, tí spælararnir vóru upptiknir av landsdystum, so er aftur fult umfar á skránni í bestu eingilsku deildini. Sjey dystir eru á skránni í dag, tveir í morgin og ein mánadagin.
Í Liverpool hevur fótbóltsfepurin seinastu dagarnar verið heilt høgur. Tað kemst av, at teir bláu í Everton á Goodison Park, har teir hava hildið til síðani í 1892, longu á middegi fáa vitjan av grannunum í Liverpool FC, sum halda til á Anfield road. Seinastu árini hava verið soltin hjá Liverpool FC, men eftir ellivu umfør sær tað gott út. Liverpool er næstfremst – bara tvey stig aftanfyri oddaliðið Arsenal – og Everton er á sætta plássi – trý stig aftanfyri Liverpool.
Seinni í dag verður toppuppgerð í London, har Arsenal fær vitjan av Southampton, sum hevur tikið øll á bóli og er á triðja plássi – trý stig aftanfyri Arsenal.
Í kvøld fer Chelsea, sum er á fjórða plássi, at vitja grannarnar í West Ham, sum ikki hava staðið seg so væl higartil.
Í morgin skulu bæði tey stóru liðini í Manchester í eldin. Tíðliga seinnapartin fær Manchester City vitjan av Tottenham, og so fer Manchester United at royna seg á útivølli ímóti Cardiff.
Everton-Liverpool kl. 12.45
Stoke-Sunderland kl. 15.00
Newcastle United-Norwich kl. 15.00
Hull-Crystal Palace kl. 15.00
Fulham-Swansea kl. 15.00
Arsenal-Southampton kl. 15.00
West Ham-Chelsea kl. 17.30
Sunnudagin
Manchester City-Tottenham kl. 13.30
Cardiff-Manchester United kl. 16.00
Mándagin
West Bromwich Albion-Aston Villa kl. 20.00
Støðan undan 12. umfari
Arsenal 25
Liverpool 23
Southampton 22
Chelsea 21
Manchester United, Everton og Tottenham 20
Manchester City 19
Newcastle United 17
WBA, Aston Villa og Hull 14
Swansea og Cardiff 12
Norwich 11
West Ham, Stoke og Fulham 10
Sunderland 7
Crystal Palace 4