Stórur festivalur fyri kór

Føroyar eru í ár vertur fyri einum stórum norðurlendskum festivali, Sálmafagnaði, fyri kirkjukór og kirkjusangarar, sum byrjar Kristi Himmalferðardag. Hetta er tann fjórði norðurlendski kirkjusangsfestivalurin, sum á fyrsta sinni verður hildin í Føroyum. Heili 424 sangarar hava teknað seg til festivalin, og tey koma úr flestu norðurlondum.

 

Føroyar eru í ár vertur fyri einum stórum norðurlendskum festivali, Sálmafagnaði,  fyri kirkjukór og kirkjusangarar, sum byrjar Kristi Himmalferðardag. Hetta er tann fjórði norðurlendski kirkjusangsfestivalurin, sum á fyrsta sinni verður hildin í Føroyum. Heili 424 sangarar hava teknað seg til festivalin, og tey koma úr flestu norðurlondum.

 

425 sangarar úr 33 kórum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum luttaka í kórfestivalinum. Fyrireikararnir hava lagt eina víttfevnandi skrá til rættis, har luttakararnir bæði fara at syngja egið tilfar, læra nýggjar kórsatsir, eins og at luttaka í eini felags framførslu. Hæddarpunktið undir kirkjukórfestivalinum er eitt kórverk, ein Norðurlendsk Messa, sum okkara egni Sunleif Rasmussen hevur skrivað til høvið og sum verður framført  av einum samansettum kóri saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum í morgin, leygardagin, klokkan 18.00. Hetta er fyrsta føroyska messa nakrantíð.

 

At so nógvir sangarar eru savnaðir í Føroyum fer at merkjast í stórum pørtum av landinum. Kristi Himmalferðardag fara tey flestu av hesum nógvu kórunum at syngja til gudstænastur í kirkjum kring landið.

 

Í kvøld verður stevnustemningur í Havn, tá skipað verður fyri almennum felagssangi í Vaglinum kl. 21.00 undir leiðslu av Ólavi Hátún, umframt at konsertir við luttakandi kórum verður á fýra støðum í Havn.

 

Norðurstevnusunnudag 1. juni,  verður Norðurlendsk hátíðargudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hendan guðstænastan verður sjónvarpað av Kringvarpinum og send í almennu sjónvarpsrásunum í øllum norðurlondum.

 

---

 

Skrá Norðurlends Kórstevna Sálmafagnaður 2014:

 

Fríggjadag 30/5

 

Konsertir í Havn.

 

Havnarkirkja 19.00

Årsta konsonantensemble (S),

Söderleds Kyrkokör (S),

Udlandkoret (N),

Ljómur (FO)

 

Vesturkirkjan kl. 19.00

Johanneskirkens kor (DK),

Finsk korgruppe,

Havnakórið(FO)

 

Evangeliihúsiðkl. 19.00

Hedensted Kirkes Kor (DK)

Korgruppe Vestlandet(NO)

Kórið í Fríðrikskirkjuni (FO)

 

Tilhaldið kl. 19.00

Coro Misto (DK)

Korgruppe fra Nordnorge

Kantaton (S)

 

Vaglið 21.00

Felagssangur á Vaglinum

Øll eru vælkomin

 

Leygardagin 31/5

 

Vesturkirkjuni kl. 14.00

 

Konsert við samansettum kórt úr øllum norðurlondum

 

Norðurlandshúsið kl. 18.00

 

Føroya Symfoniorkestur og samansett kór framføra Symfonsk Salm og frumframføra Nordisk Messe av Sunleif L. Rasmussen. Atgongumerki fáast á nlh.fo

 

Sunnudagin 1/6 Norðoyastevnusunnudag kl. 11.00

 

Norðurlendsk hátíðar- og tónleikagudstænasta í Christianskirkjuni. Gudstænastan verður sjónvarpað og send í øllum almennu sjónvarpsrásunum í Norðurlondum.