Stórur barnagarður byggjast í Kollafirði

Umstøðurnar at hava børn í ansing í Kollafirði, skal lyftast upp á eitt hægri stig

 

Nú skal ein stórur barnagarður gerast í Kollafirði.

 

Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í kvøld.

 

Býráðið ásannar, at tað er stórur tørvur á nýggjum dagstovni í Kollafirði í staðin fyri stovnarnar við Botnánna og millum Bóla og dagrøktina.

 

Býráðið samtykti herfyri at seta fimm milliónir av á fíggjarætlanini fyri næsta ár til nýggjan dagstovn í Kollafirði.

  

Býráðið metir, at í nýggja barnagarðinum skal minst vera pláss fyri 90 børnum fyri at nøkta allan tørvin, men áðrenn endalig støða verður tikin, skal tørvurin útgreinast.

 

Barnagarðurin verður mitt í bygdini, niðanfyri Botnaveg, áleið har, skúlin er. Stykkið er 5.111 fermetrar og samráðingar hava verið við eigaran um prísin fyri stykkið.

 

Á býráðsfundi í kvøld varð samtykt at játta 1,5 milliónir til at keypa grundstykkið fyri. Peningurin skal eisini brúkar til at fyrireika byggingina fyri og útvega byggiskrá.


Myndina tók Erik Christensen