Stórur áhugi fyri vinnuhúsinum

Við Vinnuhúsinum Vestara Vág ætlar Tórshavnar havn at bøta um karmarnar og at styrkja um avriksførið hjá fyritøkum. Hetta er líka sum endamálsgreinin við renoveringini og ætlaðu innrættingini av gamla saltsølubygninginum á Vestaru Bryggju í Havn.


Saltsølubygningurin er bygdur tíðliga í fimmtiárunum. Hann er í fimm hæddum og er tilsamans út við 6.000 fermetrar stórur.

 

Í løtuni eru einir seks leigarar inni í bygninginum, og millum hesar er skrivstovan hjá Norsk Veritas í Føroyum, Knud I. Hansen, sum eitt nú teknar skip og vindmyllur, Vikmar og Navit, ið eitt nú skipar fyri trygdarskeiðum.

 

Tórshavnar kommuna hevur brúkt umleið 20 miljónir krónur til dagføring av bygninginum uttan, og væntandi er, at tað kemur at kosta einar 25 miljónir krónur at innrætta bygningin.

 

Væntandi er, at innrættingin fer at taka umleið hálvt annað ár.

 

Tórshavnar kommuna veit at siga, at áhugin fyri at sleppa inn at leiga er stórur, og kommunan hevur fleiri fyrispurningar.

 

Tað verður kommunan, sum eigur endaligu avgerðina um, hvørjir leigarar sleppa inn, men ætlanin er, at fyritøkur, sum frammanundan eru inni, verða spurdar til ráðs um fyritøkur, sum vilja sleppa undir sama tak.


Sambært tekningum, sum eru gjørdar, verða tilsamans 2660 fermetrar til skrivstovuvirksemi, og mett verður, at her verður pláss til umleið 200 arbeiðsfólk.

 

Ætlanin er, at leiguprísurin í Vinnuhúsinum Vestara Vág verður marknaðarprísur.

 

Góð atkoma verður til húsið, sum liggur lutfalsliga stutt úr miðbýnum, og gott pláss verður til parkering.

 

- Vit vænta ikki, at trupulleikar verða við at fylla húsið, tí áhugin vísir seg at vera so mikið stórur. Tað eru fleiri, sum vilja inn at leiga, og øll kunnu søkja.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at fyritøkur longu nú kunnu søkja um at sleppa inn.

 

- Endamálið við Vinnuhúsinum er eisini at skapa nýtt - og ikki bara at hála alt tað verandi inn í nýggja umhvørvið á Vestaru Bryggju, sigur borgarstjórin, sum onga løtu ivast í, at hann trýr upp á hugskotið aftan fyri Vinnuhúsið Vestara Vág.