Fyrrverandi landsliðsleikarin, Súni Olsen, sum seinastu tvey kappingarárini hevur spælt fyri Víking, hevur enn ikki skrivað sáttmála fyri komandi kappingarár.
Í eina tíð hava leysasøgur verið um, at Súni Olsen skal vera á veg frá Víkingi til KÍ. Í seinastuni hevur tú ljóða, at Súni Olsen skal halda fram í Víkingi.
In.fo hevði fyrr í dag eina samrøðu við Súna Olsen, sum greiðir frá, at áhugi er frá fleiri feløgum.
- Í løtuni samráðist eg konkret við trý feløg, meðan tvey onnur eisini hava víst áhuga. Eg kann tó ikki siga nær eg taki eina endaliga avgerð, tí eg fari í morgin av landinum í heystfrítíð. Tá eg komi heim til Føroyar aftur, fer ein avgerð tó at liggja heilt nær.
Tað tykist heilt víst, at KÍ og Víkingur eru tvey av feløgunum, sum Súni Olsen er í konkretum samráðingum við. Hvat triðja felagið er, er verri at meta um. Hini eysturoyarfeløgini NSÍ, ÍF, B68 og Skála kundu øll verið eitt boð.
34 ára gamli Súni Olsen hevur fyrr spælt 53 dystir á føroyska landsliðnum, har hann eisini skeyt trý mál.