Stórur áhugi fyri Oliver

- Tað eru bert nøkur fá pláss eftir til sýningina í kvøld klokkan 20, sigur Tórgerð Hansen.

Tað er so stórur áhugi fyri sangleikinum Oliver, sum verður sýndur í Víkingahúsinum í Gøtu, at bert nøkur fá pláss eru eftir til sýningina klokkan 20 í kvøld.

 

Sama er til sýningina í annaðkvøld - leygarkvøldið klokkan 20 - og síðan eru pláss eftir til sýningina, sum verður hóskvøldið 3. apríl klokkan 19.

 

- Útselt er til allar aðrar sýningar, og vit fegnast um stóra áhugan, sum sangleikurin Oliver hevur fingið, sigur Tórgerð Hansen, samskipari.

 

Hon leggur aftrat, at nú verður hugt eftir, um hugsandi er, at fleiri sýningar verða, og meira verður at frætta um hetta seinni.

 

- Eg eri erri av, at Losjan Glotti kann bjóða sangleikin fram við so nógvum fólkum á palli og so nógvum stuðlum kring um, bæði her um okkara leiðir og aðrastaðir úr Føroyum.

 

Tórgerð Hansen sigur, at tað liggja nógvir arbeiðstímar aftan fyri leikin, og ikki minst tí er tað ein gleði nú at síggja stóru undirtøkuna.