Stórur áhugi fyri kvinnunum, sum bygdu land

Tað var fult hús í Miðlahúsinum í gjár, tá framløga var av bókini »Tær bygdu land« hjá Óla Jacobsen.

 

Bókin er eitt savn av søgum hjá 20 kvinnum, sum eru føddar í tíðarskeiðnum frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni.

 

Kvinnurnar eru úr nærum øllum pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, royndir og lagnur. Tað serliga við bókini er, at hon lýsir vanligar kvinnulagnur og gevur innlit í søguna frá einum annars lítið lýstum vinkli. Bókin er um 300 síður, og forlagið Tjørnustova gevur út.

 

Á framløguni í Miðlahúsinum var upplestur, Marna Jacobsen, Ingun Hentze og Mia Helmsdal Clothier lósu úr bókini, og umboð fyri Kvinnufelagið og Óli Jacobsen søgdu nøkur orð. Systkini Charlotta, Brita og Jóannes á Váli sungu saman við Eli Smith.

 

Bókin »Tær bygdu land« kostar 250 krónur í bókabúðunum.

 

 

Fleiri myndir síggjast í myndarøðini niðanfyri: