Áleið 30 feløg hava higartil umbiðið framsýningarbás til Fólkfundin 2013, sum verður í døgunum 20. og 21. september í Klaksvík.
Hesi feløgini eru í løtuni í ferð við at fyrireikað spennandi og viðkomandi tiltøk, umframt at onnur feløg eru í ferð við at umbiðja sær ein framsýningarbás.
Í fjør varð tiltakið hildið í Hoyvíkshøllini og Hoyvíkar skúla. Útvið 50 felagsskapir, fakfeløg, áhugafeløg, politiskir flokkar, kommunur og onnur tóku lut við tilsamans 86 ymiskum tiltøkum. Fleiri enn 1500 fólk vitjaðu Fólkafundin 2012.
Fólkafundurin 2013 er ein politiskur/demokratiskur festivalur. Slíkir festivalar vera eisini hildnir í fýra av okkara grannalondum: Svøríki, Norra, Finnland og Danmark.
Endamálið við slíkum tiltøkum er at savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað til tveir gevandi dagar – og harvið minka um frástøðuna millum ymsu aktørarnar í samfelagnum.
Fólkafundurin 2013 verður hildin 20. og 21. september í báðum samanbygdu ítróttarhallunum í Klaksvík. Høvuðsfyriskipararnir, Ólavur í Geil Guttesen, Jóhannes Miðskarð og Jón Brian Hvidtfeldt, skipa fyri nøkrum tiltøkum, og eisini stendur tað øllum luttakarum frítt at skipa fyri sínum egnu tiltøkum og hava ein framsýningarbás á Fólkafundinum 2013.