Jan Müller
Fýra amerikonsk oljufeløg hava gjørt av at vera saman um at bjóða uppá teigar, tá 1. útbjóðing verður á føroyskum øki. Talan er um feløgini Texaco, Conoco, Arco og Murphy. Frammanundan hava Texaco, Conoco og Murphy arbeitt saman sum oljusamtak á føroyska landgrunninum, og nú hevur stóra amerikanska oljufelagið Arco so gjørt av at fara uppí hetta samarbeiðið eisini. Talan verður hervið um eitt av teimum størstu oljusamtøkunum á føroyska økinum yvirhøvur.
Í fyrstu atløgu verður Texaco operatørur í bólkinum.
Arco, sum higartil hevur arbeitt einsamalt á føroyska økinum, telist millum tey stóru oljufeløgini í USA. Felagið stendur m.a. fyri stórum parti av oljuframleiðsluni í Alaska. Í hesum sambandi hevur felagið boðið 16 føroyingum til Alaska í september mánað at síggja oljuútbúnaðin har og at vitja lokala fólkið.
Annars eru feløgini Texaco og Conoco tvey av teimum mest virknu oljufeløgunum vestan fyri Hetland. Mett hevur verið, at hesi bæði feløgini teljast millum tey fremstu, tá talan er um royndir og vitan at arbeiða í hesum økinum. Nú Arco er komið aftrat verður hildið, at bólkurin er vorðin munandi sterkari og kann metast millum tungvektararnar á tí føroyska landgrunninum.
Elizabeth Wild, pressutalskvinna hjá Arco sigur við Sosialin, at hon er fegin um nýggja samstarvið. Hon ivast ikki í, at talan her verður um eitt gott og vælfunderað samtak við nógvum altjóða royndum innan bæði framleiðslu og leiting. Hon vónar annars, at landsstýrið og bretska stjórnin skjótast kunnu semjast um markið millum londini, soleiðis at ein útbjóðing kann fara fram, sum hóvar øllum pørtum. Arco fer í augst undir boring í Hvíta økinum, nærhendis tí føroyska markinum. Talan er um teig, sum bretska stjórnin beyð út í fjør, nærhendis oljukelduni Suilven.