Tað hilnaðist alt annað enn væl, tá ið føroyska talvlandsliðið í triðja umfari í EM í talvi fyri lið, sum í hesum døgum er í Reykjavík, sunnudagin kappaðist við Rumenia.
Úrslitið var 4-0 til Rumenia, sum er styrkismett sum nummar 20, meðan Føroyar er styrkismett sum nummar 34. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen mannaðu føroyska liðið í dag. Hetta var fyrsta umfarið, at tað ikki eydnaðist John Rødgaard at vinna úrtøku.
Líkindini eiga at vera betri fyri at vinna úrtøku í fjórða umfari, sum verður mánadagin klokkan 15. Tá skulu Føroyar telva ímóti Skotlandi, sum er styrkismett sum nummar 35 ella eitt pláss undir Føroyum.