Systkini Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð eru stigtakarar til tiltakið, ið er sprottið úr Performance Art Installatión hugtakinum. Tiltakið hevur heitið »Skifti – Lívssøgur úr føroysku náttúruni«.
– Við hesum tiltakinum ynskja vit at arbeiða við hugtøkunum »Skifti«, »Lívssøgur« og føroysku náttúruni og vísa á, hvussu hesi ávirka okkara lív. Vit geva møguleika fyri at steðga á eina løtu, undrast, veðra spyrjandi og reflektera yvir tað upplivilsið, ið vit hava, siga tey bæði í samrøðu við Sosialin, sum verður at lesa í næsta blaði.
Tiltakið byrjar hósdagin 17. november, og tá leggur Hans Jacob Kollslíð út við einari heilt feskari yrking um »Skapanarsøga stjørnukikarans«.
Stigtakararnir Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð gera sjálvi eina installatión til tiltakið. Installatiónin er við málningum og leiri.
Leygarkvøldið 19. november klokkan 20 fer Marius við bólki at hava konsert í Kollshøll.
Sama dag fer Birgir Kruse at hugleiða um estitikk á Eiði við heitinum »Minnið skal grógva í lendinum«.
Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð fer at syngja nakrar sangir, ið abbi hennara Óli Egilstrøð hevur gjørt yrkingar til og sjálvsagt framføra nakað av sínum egna tilfari. Eiðis ljómfelag fer at spæla.
Eisini luttekur Marjun Wolles, ið júst hevur verið í Amerika og tikið fløgu upp, og Fróði Bjarnason spælir eisini.
Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft, fer at seta tiltakið.
Meira um tiltakið verður at lesa í einum av komandi Sosialunum.