Fyrst í hesum árinum varð leigusáttmáli undirskrivaður millum Eiðis kommunu og hjúnini, Herthu og Martin Kúrberg, sum búgva á Eiði.
Dagliga starvið hjá Martini er í Herberginum hjá Frelsunarherinum, og soleiðis er tað konan Hertha, ið líka sum stendur á odda fyri Eiði Camping, sum kampingfelagið á Eiði kallast.
- Tað er familjan, ið hevur verið saman um at skipa økið niðri á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini og sum soleiðis eisini hevur umvælt og snøgga um gamla EB-húsið, sum er partur av økinum.
Martin sigur, at tey hava leigað økið frá Eiðis kommunu í sjey ár, og tey eru ógvuliga spent upp á hesa avbjóðing.
- Eiðis kommuna hevur spælt væl við, eins og kona, børn og eg sjálvur hava lagt nógva orku í gamla EB-húsið og økið annars. Húsið hevur ikki verið brúkt í fleiri ár, og tí hevur nógv verið at tikið hond í.
Martin Kúrberg sigur, at nú Eiði Camping bjóðar fólki at koma inn á økið niðri á Mølini við kampingvognum og kampingbilum, eru fasilitetirnir á staðnum rættiliga góðir, og góðar umstøður eru í gamla EB-húsinum.
- Í EB-húsinum eru brúsur, wc, familjurúm, køkur við tveimum komfýrum og bakarovnum, kaffikannu og øðrum. Her er eisini terassa, har fólk kunnu sita úti og hugna sær, og á loftinum er stór stova. Í húsinum er eisini vaskimaskina, turkitrumla og gott internet.
Næsta vikuskiftið, sum byrjar fríggjadagin 19. juni, verður stórt kampingtreff niðri á Mølini, og longu nú er næstan fullteknað.
- Jú, her hevur verið stórur áhugi. Longu nú eru 55 vognar teknaðir, og pláss er fyri umleið 60 vognum. Tí er ikki nógv pláss eftir.
Hann sigur, at Eiði Camping longu hevur havt fleiri kampingvognar inni á økinum, og onkuntíð hevur talið av vognum verið umleið 30.
- Tá stóra kampingtreffið verður, fara eisini ymiskar fyritøkur, sum eru veitarar til kamping og kampingútgerð, at sýna fram á økinum. Hetta verða nakrir hugnaligir dagar, og so skulu vit bara vóna, at veðrið verður við okkum.
Hann sigur, at leygardagin fer eisini at verða høvi at keypa sær ymiskt á økinum, eitt nú kaffi, køkur, pylsur og annað.
- Ætlanin eisini er at fáa onkran at spæla tónleik, soleiðis at leygardagurin og leygarkvøldið rættiliga fer at seta seg í minnið hjá øllum teimum, sum koma á vitjan, sigur Martin Kúrberg.