Stórt familjutiltak í Nólsoy - har tað mesta er ókeypis

Nólsoyingar fyrireika seg nú til ovastevnuna um vikuskiftið

Myndin er frá eini ovastevnu. Myndina tók Evy Toftegaard Nielsen

Um vikuskiftið verður ovastevna í Nólsoy og fyrireikararnir siga, at í ár er skráin meira umfatandi enn nakrantíð áður.  Ovastevnan er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum og í fjør vóru eini 5.000 fólk á stevnuni, siga fyrireikararnir.

 

Og í ár skuldi veðrið í hvussu so er ikki fingið nakran at setst aftur, tí hann sigur frá góðum veðri, hampuliga lýtt og at kalla stilli. Samstundis fer Ternan at sigla í at kalla pendulfart ímillum Havnina og Nólsoy frá kloknan 10 leygarmorgunin til klokkan fimm sunnumorgun.

 

Keiin er miðdepilin á stevnuni . Tað er har, stevnan verður sett, og í ár verður tað kendi sjónleikarin Gunnvá Zachariasen, sum ber fram røðu. Á keiini er matsøla, listaframsýning, útimøti, skemt, og konsertir av ymsum slagi. Har er eisini tjaldið við tónleiki og dansi – og onkrum at sløkkja tostan við.

 

Tá ið farið er at skýma verður felagssangur og hann er eisini á keiini. Men tað er eisini lív í aðrastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini og á sandinum á Malarenda. Børnini kunnu fanga krabbar, tey kunnu eisini vassa ella svimja á sjónum, tey kunna fara á barnabasar og annars spæla frítt. Bygdasavnið við Brunn hevur opið, í kirkjuni verða konsertir, andakt og guðstænasta, undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur opið og heimavirkið letur dyrnar upp.

 

Í Royndarhúsinum er kabarett, á flakavirkinum er sangleikur. Um kvøldið er dansur í Royndarhúsinum og føroyskur dansur í Avhaldshúsinum. Fyrireikararnir siga, at tey leggja dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og tí skulu tiltøkini yvirhøvur vera ókeypis. Stevnan, er til minnis um Ova Joensen, ið róði úr Føroyum til Keypmannahavnar og hon hevur næstan 30 ár á baki.

 

Myndin er frá eini ovastevnu. Myndina tók Evy Toftegaard Nielsen