Stórsigur í útsettum dysti

Tað hefti ikki fyri hjá sandavágsmonnum í útsetta dystinum í 1 deild í landskappingini í talvi, sum var telvaður í Vágum í gjárkvøldið.

Úrslitið var 3½-½ til Sandavágs Talvfelag móti B-liðnum hjá Klaksvík. Sandavágur er tí bara eitt stig frá Havnini eftir at øll liðini í fremstu deildini hava telvað fýra dystir.

 

1 deild (4 umfar)

 

Sandavágur - Klaksvík (B) 3½ - ½

 

Høgni Egilstoft Nielsen - Haldur S. Johansen 1 - 0

 

Silas Eyðsteinsson - Wille Olsen ½ - ½

 

Jón í Horni Nielsen - Rani Nolsøe 1 - 0

 

Torkil Nielsen - Tummas M. Sólsker 1 - 0

 

Støðan í 1 deild

 

Havnin 13½ stig

 

Sandavágur 12½

 

Klaksvík 8½

 

Havnin (B) 5

 

Klaksvík (B) 5

 

Kollafjørður 3½

 

Kappingin liggur nú still til eftir nýggjár. Fimta umfar er 12 januar. Tá bresta oddaliðini Havnin og Sandavágur saman í fyrra sínamillum dystinum. Roknast kann við, at Rógvi Egilstoft verður við á liðnum hjá Sandavági til toppdystin í fimta umfari.

 

Fleiri dystir í hinum deildunum, sum vórðu útsettir fyri veður sunnudagin, eru framvegis ikki telvaðir.