Stormur og um frostmarkið komandi dagarnar

Veðurvánirnar eru lítið hugaligur lesnaður hjá teimum, sum vóna friðaligari veður.

Í dag verður upp í storm av vestri og útsynningi, sum minkar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind. Tað verður ælingur og skýggjað í veðrinum og hitin um 3 til 6 stig.

 

Í nátt framhaldandi skýggjað og ælingur, partvíst váta- ella kavaslettingur. Hitin um frostmarkið, upp í 4 stig og hann minkar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi.

Fyrrapartin týsdagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr suðri og útsynningi við nógvum regni, vátaslettingi ella kavaælingi. Hitin millum 1 og 5 stig.

Landsverk boðar frá hálku og nógvum vindi um alt landið.

Roknast kann við hálku á Viðareiðisvegnum, í Klaksvík, á Gjáarskarði, á Kambsdali, á Gøtueiði, í Oyndarfirði, í Runavík, í Norðskálatunlinum, á Høgareyni, á Vatnsoyrum, inni á Sundi, í Hvalba og á Fámjinsvegnum.

 

Landsverk boðar frá hvøssum vindi í Oyndarfirði, á Høgareyni og á Sandavágshálsi, og upp í skrið á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð og á Fámjinsvegnum. Í hvirlunum er tað upp í 26,8 metrar um sekundið í Oyndarfirði, 25,4 metrar um sekundið á Høgareyni, 27,8 metrar um sekundið á Sandavágshálsi, upp í 34,0 metrar um sekundið við Norðadalsskarð og upp í 25,5 metrar um sekundið á Fámjinsvegnum.