Stormandi ónytta

Einar Kárason, Stormur, 2003
Umsett Kim Lembek, Storm,
Gyldendal, 2005

Ónyttan og ballarin Eyvind Jonsson, vanliga nevndur Stormur, er fluttur úr Íslandi inn í tiltikna grannalagið Vollsmose í Odense. Øll flokkast um Stormin, hippiarar, drankarar, lesandi, vinnulívsmenn, bókafólk, ikki minst tí Stormur er so óvanliga væl skorin fyri tungubandið og ein framúr góður frásøgumaður.
Ein dagin fær eitt bókaforlag brúk fyri einum litríkum rithøvunda at leggja navn til eina "sjálvævisøgu", sum helst skal gerast metseljari í jólasøluni. Og Stormurin hoppar uppá hugskotið. Einasta kravið er, at journalistar sleppa at práta við hann um bókina, taka myndir av honum og at hann annars spælir leiklutin sum nýggja stjørnuskotið í bókaheiminum út í æsir. Tað kann næstan bara ganga galið, og tað ger tað eisini. Eisini tá Stormurin flytur til USA fyri at flýggja inn enn ein dreym um at gerast nakað stórt, uttan at gera nakað.
Stormur er ein outsidaralýsing við einum sera undirhaldandi harkaliði av frásøgufólkum, sum kappast um at sleppa framat við síni søgu. Tað býr neyvan naka ónt í Storminum, men kortini taka vit ikki synd í honum, tá alt miseydnast fyri hann. Stormurin er og verður ein samfelagssnúltari, og søgan um hann er nokk mest áhugaverd sum ein rámandi satira yvir, hvussu vælferðarsamfelagið hevur lyndi til at framleiða sínar egnu fíggindar.
Stormur var í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.