Stóri dysturin hjá útisetunum verður 17. mars

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr prát við Helga Justinussen, formann í ÍF Føroyum hondbólti her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Helga Justinussen, formann í ÍF Føroyum Hondbólti.

 

17. mars spælir besta mansliðið hjá ÍF Føroyum størsta dystin í søgu felagsins, tá teir taka ímóti HØJ, sum spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Talan er um dyst í 5. umfari í donsku steypakappingini.

 

Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum stríðist samstundis at vinna sær uppflyting, og hava eina tætta leikskrá. ÌF Føroyar spælir í kvalifikasjónsrekkjuni, sum er fimtbesta deildin í Danmark. 

 

(Savnsmynd)