Stórfingin móttøka í Skotlandi

Mánadagin var fyrsti túrur á Skotlandsleiðini hjá Atlantsflog og bæði í Glasgow og Aberdeen var skipað fyri stórfingnum móttøkum fyri nýggja flogsambandinum

Hóast øll ferðafólkini í flogfarinum hjá Atlantsflog vóru biðin um at fara úr flogfarinum í Glasgow, so var tað ikki tí at nakað var áfatt.

Orsøkin var einfalt tann, at flogvallarmyndugleikarnir vildu ynskja føroyingum vælkomnum í Skotlandi.

Flogvallarovastin i Glasgow, Vernon Murphy, tók orðið og ynskti Atlantsflog tillukku við nýggja ferðasambandinum.

? Eg eri sera fegin um nýggja sambandið. Serliga tí, at føroyingar eru eitt sera fryntligt fólkaslag. Eftir tí eg havi skilt, so hevur veðrið í Føroyum verði sera gott í seinastuni, so hvør veit, um ikki skotar hava fingið enn eitt summarferðamál, á jøvnum føti við Grikkaland.

? Teir hava enntá havt skerping í seinastuni í Føroyum. Tað er meir enn vit

hava havt, segði Murphy í eini skemtiligari røðu.

Stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, takkaði fyri vøkru orðini, og greiddi frá vanliga ferðamynstri føroyinga.

? Føroyingar hava, tá teir ferðast uttanlands, altíð brúkt Danmark, sum millumland. Vónandi fer henda nýggja flogleiðin at broyta henda vanabundna hugsunarhátt, segði Magni Arge.


Stóran týdning,

hóast felagið er lítið

Flogvøllurin í Glasgow er sera stórur, og nógvur aktivitetur er um flogvøllin í Glasgow.

Knappar sjey mió. ferðafólk brúka flogvøllin í Glasgow og umleið fýrahundrað flogfør fara um flogvøllin dagliga.

Hvønn týdning hevur tað so fyri flogvøllin, at eitt so lítið flogfelag fer at flúgva uppá Glasgow?

? Sera stóran týdning, sigur Vernon Murphy.

? Hjá okkum hevur tað stóran týdning, at hava eitt so stórt útboð sum gjørligt, og serliga av útlendskum flogsambondum, sigur hann.

? Tí hevur henda rutan sera nógv at siga fyri okkum. Harafturat kemur, at vit halda at tað er sera skilagott, at fáa samband við Føroyar. Frástøðan er ikki so long, og tí er tað skilagott, at hava hetta sambandið. Tað fer í hvussu er, at gera tað lættari at ferðast til Føroya hiðani.

Eftir at røðurnar vóru hildnar og gávur latnar, fór flogfarið víðari á leiðini til Aberdeen, til enn eina nýggja floghavn og enn eina móttøku ...


Tey fegnast

í Aberdeen

Floghavnin í Aberdeen er ikki so ógvuliga stór tá hugsað verður um flogfør.

Men verður hon dømd eftir samlaða talinum komum og fráferðum, so er hon mest brúkta floghavnin í Skotlandi. Orsøkin til hetta er tann, at flogvøllurin í Aberdeen er miðstøð fyri tyrluflúgvning í samband við off-shore vinnuna.

Tað koma og fara tyrlur í stríum streymi og flest allar hava eitt ella annað at gera við offshore vinnuna.

Flogvallarleiðslan heilsaði Atlantsflog vælkomnum til Aberdeen og hon vónar, at samstarvi fer at ganga báðum pørtum. Bæði á ein og annan hátt.

Eisini borgarstjórin í Aberdeen beyð føroyingum vælkomnum til býin og ynskti Atlantsflog góða eydnu við nýggju rutuni.


Ætla at økja

eftir førimuni

Í sínari talu segði Magni Arge, at endamálið við Atlantsflog er at betra um møguleikarnar hjá føroyingum at sleppa út í heim.

? Her er talan um eina nýggja farleið og vit byrjað varisliga, segði stjórin í Atlantsflog.

Upprunaliga ætlanin var, at tað bert skuldi flúgvast til endan av august mánað.

Men undirtøkan hevur verið so framúr góð, at nevnd og leiðsla í Atlantsflog, longu undan fyrsta túrinum, avgjørdu at leingja flúgvingina til endan av oktober. Teir seinastu tveir mánaðirnar tó bert einaferð um vikuna.


Næsta ár Stavanger

Magni Arge, stjóri, nevndi eisini ætlanirnar um at byrjað flúgving til Noregs.

Arbeitt verður við ætlanum um at flúgva til Stavanger. Nær henda flúgving byrjar er ikki heilt vist, og heldur ikki er heilt greitt hvussu umfatandi útboðið verður, men Magni Arge vónar at hetta kann lata seg gera longu næsta ár.

Í røðu sínari í Aberdeen nevndi Magni Arge møguleikan at kombinera onkran túr á Skotlandsleiðini við Stavagnerleiðini.

Um tað verður so er tó alt ov tíðliga at siga enn.

Aberdeen og Stavanger eru báðir oljubýir, og tí kann hugsast, at tað er kundagrundarlag á eini tílíkari farleið.