Stórfingin jólagáva til til føroyskar sjúklingar

Fer at gera tað nógv lættari hjá føroyskum sjúklingum í Danmark


Føroyskir sjúklingar, sum verða sendir til Keypmannahavnar til serviðgerð, fáa eina rimmar jólagávu í ár.

Í meiri enn eitt ár hevur ein bólkur av eldhugaðum fólkum arbeitt fyri at savna pening saman til ein nýggjan buss til sjúklingarnar sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.

 

Og nú eru tey komin so langt, at bussurin er útvegaður og Sólbjørn Thomsen, formaður í trivnaðarbólkinum hjá Hotel Tórshavn, sigur, at ætlanin er at handa teimum bussin nú í november.

- Hetta er ógvuliga kærkomið hjá sjúklingunum, tí bussurin, hotellið hevur havt, er 18 ára gamal og er útlivaður í allar mátar, siga tey í Trivnaðarbólkinum.

 

Bussurin hjá Sjúklingahotellinum hevur verið rættiliga nógv brúktir til útferðir og koyring av ymsum slagi hjá sjúklingunum og tí hevur hann verið ógvuliga kærkomin í royndunum at bøta um trivnaðin og stytta um tíðina hjá sjúklingunum.

 

Nýggi bussurin er bæði størri og nógv betri útgjørdur enn tann gamli.

Hesin nýggi bussurin er ein Mercedes Sprinter frá 2010. Men hann er lítið brúktur og hann er nú til høvuðseftirlit og eru nakrar ábøtur at gera, verða tær gjørdar, so at hann verður í tipp-topp standi.

Hann hevur lyftu og pláss er fyri tveimum koyristólum, har hin gamli bara hevði pláss fyri einum.

Hann er eisini hægri, so at fólk kunnu ganga uppreist í honum.

 

Sólbjørn Thomsen sigur, at hóast tað er komið undir land við bussinum, eru tey eru ikki heilt komin á mál við innsavningini, tí hildið verður á eitt sindur enn.

Bussurin er dýrur í rakstri og kostar einar 60.000 krónur um árið í vegskatti og øðrum útreiðslum

Í Trivnaðarbólkinum siga tey, at vinnulívið hevur víst sera stórar vælvild í innsasvningini og tað hava nógvar kommunur eisini.

- Men serliga eru tað tær smærru kommunurnar, sum hava stuðlað, samstundis sum at vit hava fingið nokandi svar frá fleiri av teimum størru kommununum, sigur formaðurin í Trivnaðarbólkinum

 

- Grundgevingin hjá summum av teimum stóru kommunum hevur verið, at tað má vera ein uppgáva hjá landinum at útvega sjúklingahotellinum ein buss, siga tey í Trivnaðarbólkinum.

 

Men landsuppgáva ella ikki, tey, sum hava hug at stuðlað eru meiri enn vælkonin at lat eitt oyra á kontu hjá Trivnaðarbólkinum hjá Sjúklingahotellinum í Eik, og nummarið er 9181-134164-4.