Fyrsti stórdysturin í Onglandi í dag endaði við javnleiki. Manchester United vitjaði á middegi i London, har Tottenham var vertur á White Hart Lane.
Fyrsta fjórðingin av kappingini hava hesi bæði liðini ikki staðið seg so væl, sum tey gjørdu í fjør, og sum tað varð roknað við, at tey eisini skuldu gera í ár.
Hóast tey ikki enn eru heilt uppi í toppinum, so sást í dag, at hesi bæði teljast millum teirra, ið eru før fyri at vísa fótbóltsspæl á hægsta støði. Eftir gott leikligt avrik og stóran intensitet var úrslitið 2-2. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Høgri vongverjin Kyle Walker legði heimaliðið framum í 18. minutti, tá ið hann við frísparki sendi bóltin beinleiðis í málið, og Wayne Rooney javnaði í 32. minutti. Hesa ferð átti Kyle Walker óhepnan leiklut, tí hann spældi mótstøðumannin leysan.
Brasilumaðurin Sandro legði heimaliðið framum aftur í 54. minutti eftir framúr einmansavrik, og tríggjar minuttir seinni var Rooney aftur upp á spæl, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Tað var Tottenham málverjin, Hugo Lloris, sum var orsøk til brotsparkið, tá ið hann rendi Danny Welbeck um koll.
Tottenham royndi at pressa fyri at vinna sigursmálið, men tað eydnaðist ikki. Tað eru níggju stig frá Manchester United og fram til oddaliðið Arsenal, og tað eru tíggju stig frá Tottenham og fram til toppliðið.