Stórar íløgur í Gøtu

Fíggjarætlanin hjá  Eysturkommunu fyri 2016 varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjár. Tó at kommunurnar tykjast kappast um at lækka kommunuskattin og hækka barnafrádráttin, hevur Eysturkommuna valt at gera hvørki teirra.

 

Skattaprosentið verður verandi 21 prosent, meðan barnafrádrátturin verður verandi 5.000 krónur.

 

Eysturkommuna fer tó at gera stórar íløgur komandi ár. 34,5 milliónir krónur eru settar av til íløgur, har av ein stórur partur, 16 milliónir krónur, fara til nýtt býráðshús í Norðragøtu. Býráðshúsið skal eftir ætlan standa liðugt um mánaðarskiftið 2015/2016.

 

3,7 milliónir eru settar av til at gera útstykkingar í Syðrugøtu liðnar, meðan peningur eisini er settur av til at fríðka um sandin í Syðrugøtu.

 

Nýggjur barnagarður og nýggj heilsumiðstøð eru á veg í Gøtu og peningur er nú settur av til fyrireikandi arbeiði hesum viðvíkjandi. 

 

Fíggingin av íløgunum kemur frá rakstrinum og innistandi, umframt einum láni á 15 milliónir krónur. Nettoskuldin verður við ársenda 2016 á leið eina hálva álíkning.