Stórar favorittstøður til Víking og KÍ

Her eru oddsini upp á teir tríggjar dystirnar í Betrideildini, ið vera spældir í dag

Tríggir dystir eru á skránni í Betrideildini hjá monnum seint seinnapartin og í kvøld.

 

Klokkan 17 tekur Víkingur móti ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu. Víkingur kann við einum sigri taka eitt risastórt fet móti meistaraheitinum.

 

Víkingur hevur fyrr í ár vunnið 6-0 og 8-1 á ÍF.

 

Klokkan 18.30 tekur KÍ móti NSÍ við Djúpumýru í Klaksvík.

 

KÍ hevur fyrr í ár vunnið 3-2 og 2-1 á NSÍ. 

 

Klokkan 18.30 verður eitt botnbrak millum nummar níggju, B68 og nummar átta, Skála á Svangaskarði á Toftum.

 

(FM1 sigur frá beinleiðis frá B68-Skála og KÍ-NSÍ)

 

Fyrr í ár hevur Skála vunnið 3-1 á B68, og seinni dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Hjá veddingarfyritøkunum hava Víkingur og KÍ - serliga Víkingur - eina stóra favorittstøðu, meðan tað er rættiliga opið í uppgerðini millum B68 og Skála.

 

HER eru miðaloddsini hjá veddingarfyritøkunum fyri teir tríggjar dystirnar:

 

##med2##