Stór undirtøka fyri Senior-festivalinum

Tordur J. Niclasen, leiðari fegnast um undirtøkuna fyri Senior-festivalinum

Tað sá ikki út til at verða so stór undirtøka fyri Senior-festivalinum í byrjanini, men tær seinastu vikurnar er undirtøkan munandi vaksin. Hetta fegnast leiðarin á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, Tordur J. Niclasen stórliga um.

 

Undirtøkan er somikið stór, at nú fara fyrireikararnir at steingja atgongumerkjasøluna.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Tord J. Niclasen.

 

Á hesari YouTube leinkjuni ber til at síggja og hoyra Tord J. Niclasen greiða frá festivalsøkinum:  https://www.youtube.com/watch?v=g8u0XjIe2MQ