Stór trygdarvenjing á Trongisvágsfirði

Hava fingið boð um, at eldur er umborð á Smyrli.

Tað er ikki løgið, um fleiri tvøroyrarfólk í dag eru vorðin kløkk, tá tey hava hugt út á fjørðin og sæð blá ljós.


Ein stór trygdarvenjing er nevniliga í dag á Trongisvágsfirði, har løgreglan, sløkkilið, Strandferðslan og Suðuroyar Sjúkrahús luttaka í einari venjing, har boðað hevur verið frá eldi umborð á Smyrli.


Óvist er nær venjingin er liðug.