Endamálið er at meta um hesar broytingar ávirka føðslustøðuna hjá innløgdum sjúklingum. Tað er vanligt at matarlysturin minkar, tá ein verður raktur av sjúku. Ein orkar ikki at eta líka nógv sum áður, og ofta minkar vektin, so ein verður raktur av føðslutroti. Føðslutrot kann gerast álvarsligt, tí ein fær minni orku, og kroppurin tekur ikki líka væl ímóti viðgerð. Tí hevur maturin stóran týdning fyri útlitini til at gerast frískur.
Við ringum matarlysti skal hvør biti sum fer niðurum vera fullur av orku og protein, til tess at styrkja kroppin. Orkufátækur matur sum t.d. salat og grønmeti, eigur til smáttetandi sjúklingar at minkast til fyrimuns fyri meiri orkutættan mat, sum kjøt, fisk, rómasós v.m. Vanligi matarvarðin eigur sostatt at snarast á høvdið, tá matarlysturin er lítil.
Higartil eru 73 sjúklingar tiknir við í kanningini, 37 kvinnur og 36 menn. Diagnosurnar eru ymiskar. 36% hevur krabbamein, 19% eru innløgd vegna ymiskar brunasjúkur, 16% vegna maga-tarm sjúku og restin er annað.
Kanningin byrjaði í januar 2013 og verður væntandi liðug á sumri 2014. Úrslitini verða væntandi klár á heystið 2014. |