Stopp-ur í staðin fyri hjarta!

Skelkandi tíðindi at hoyra, at Almannaverkið gevur eldrarøktini stopp-ur í staðin fyri møguleikan at brúka vit, skil og hjørtu í arbeiði teirra. Hetta verður selt sum ein “kanning”. Heldur er hetta ein beinleiðis skráseting av sokallaðum “tænastum”, sum bara hevur eittans endamál, at fáa kroyst hvørja ommu í landinum inn í eitt Excel-ark. Hetta skal so brúkast til at avgera hvørja røkt vit hava “ráð” til – avgjørt av skriviborðsgeneralum – fjart frá tí tørvi sum tey eldru hava og ynskja.

 

Hetta er ikki nakar nýggjur máti at leiða almennar vælferðartænastur uppá. Stopp-urið byrjaði í Thatcher tíðini í Onglandi og breiddi seg víða um. Tey flestu hava síðani sannað, at hetta er eitt óbrúkiligt amboð og drepandi fyri alla menning av vælferðartænastum – og eru farin frá hesum. Vit trúðu, at vit (næstan) vóru sloppin undan hesum, men leiðsluhátturin er nú við at breiða seg sum skógareldur í aðalráðunum her heima, 20 ár seinkað og uttan at hava lært nakað av tí onnur hava brent seg av.

 

Í grannalondum okkara hevur hetta sokallaða “minutt-harðræði” plágað starvsfólkini í eldrarøktini í áravís. Umsorganin, sum skuldi verið endamálið, er í nógvum førum vorðin til vansorgan. Allar minutt-tíðirnar skulu yvirhaldast – til gleði fyri politikararnar og onkur lýðin embætisfólk - og til sorg fyri tey sum hava havt tørvin á umsorganini.

 

Vit hava lisið og hoyrt um teir trupulleikar, sum hava verið í eldrarøktini í t.d. Danmark, har hetta ofta hevur verið á breddanum í miðlunum seinastu árini. Men har hevur verið strembað eftir at koma burtur úr hesum minutt-haftinum aftur. Tað var hugaligt t.d. at lesa í Kristeligt Dagblad seinasta summar, har tað í eini grein varð greitt frá, at kommunurnar vóru farnar at vísa størri álit til starvsfólkini. Skrivað varð m.a. “at til fyri stuttum tøppaði heimarøktin í Keypmannahavnar Kommunu inn ta tíð, sum tey brúktu til reingerð ella hjálp til heilivág, inn á ein teldil. Men nú er hesin mátin av kontrolli avskaffaður. Í staðin avgera starvsfólkini og tey eldru frá ferð til ferð, hvussu tann avtalaða hjálpin best kann gevast. Landsins størsta kommuna, Keypmannahavn, er í ferð við eina mentanarkollvelting, sum skal gera upp við tann sokallaða New Public Management hugsunarháttin, sum hevur havt við sær meira kontroll og toppstýring í almenna geiranum. Ikki bara í eldrarøktini, men allastaðni í kommununi skulu tey 43.000 starvsfólkini gerast “fræls” gjøgnum álitisgrundaða leiðslu, so tey skulu brúka styttri tíð til at útfylla oyðubløð og meiri tíð til at hjálpa borgarunum”. Her verður ásannað, at mátingar hyggja sjáldan at teimum faktorunum, sum snúgva seg um kærleika, sosialar relatiónir ella medmenniskjaligheit.

 

Tey veikastu og tey sum hava mest brúk fyri umsorganini og menniskjaligheitini í eldrarøktini megna sjáldan at gera vart við seg, men í fjør reistust avvarðandi her heima og kærdu sína neyð um tað tey vóru vitni til – og felagsskapurin Tign varð stovnaður fyri at gera vart við hetta. Teirra krav varð einfalt at fáa “hjarta” og “vit og skil” í stýringina av heima- og eldrarøktini. Hetta kroysti politikararnar at hosta upp við nøkrum milliónum afturat til økið, - men í staðin fyri “hjarta” fær heimarøktin nú stopp-ur til at fáa býtt krónurnar út.

 

Allarhelst skal hendan íverksetta skrásetingin í eldrarøktini brúkast sum amboð í útrokningunum nú eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar. Hvør máltíð, hvørt bað og hvør flyting skal gangast og dividerast við hvørjum borgara í kommununi og allar menniskjansligar “mentur” verða strikaðar í roknistykkinum.

 

Tað má ikki henda, at kommunurnar bara yvirtaka eldraøkið sum eitt kontrollbaserað excel-ark frá Almannaverkinum. Kommunurnar mugu fáa stundir og mót upp á at venda eyguni eftir hvør umsorganaruppgávan í veruleikanum. Tær mugu fáa gjørt sær púra greitt hvørji virðir og grundarlag tað er, sum teirra eldrarøkt skal byggja á.

 

Kanska átti hetta ikki at verið so skelkandi, nú Fólkaflokkurin bæði hevur sitið á landsins pengakassa og á almannaøkinum í rúma tíð, - vit vita, at aðrastaðni hevur hesin mátin at uppgera umsorganartænastur verið brúktur til at privatisera hesar – Privatiseringin er eisini nakað sum Fólkaflokkurin hevur fingið sníkt inn í lógarverkið um eldraøkið.

 

Tað er so sera umráðandi at farið verður undir ein heilt annan leist á eldraøkinum beinanvegin. Vit mugu fáa staðfest tey kjarnuvirði, sum eldrapolitikkurin skal byggja á. Javnaðarflokkurin byggir sín eldrapolitikk á grundarsteinarnar: Samhaldsfesti, sjálvræði og virðileika, umsorgan eftir ymiskum tørvi (og ikki eftir klokku) og á sjálvsmenning og virkni í felagsskapinum.  Hetta er eftir okkara tykki besta boð upp á, at vit kunnu skapa eina virðiliga og menniskjansliga eldrarøkt. Tey sum starvast innan hetta økið skulu hava rúmd og møguleikar at brúka og menna sínar førleikar í eini álitisgrundaðari skipan til gagns fyri okkara eldru.

 

Fyrsta stigið má verða at steðga nýíverksetta ørskapinum!