Stongdu Løgtingið og fóru heim at passa børn

Seinnapartin í gjár endaði tingfundurin fyrr enn vanligt, tí at politikarar skuldu heim at passa sínar húsligu skyldur

Í gjár endaði tingfundurin nakað fyrr enn vanligt.

Orsøkin var, at nakrir av politikarunum eisini høvdu sínar húsligu skyldur at passa og so mátti Løgtingið dvína.

Summir av politikarunum høvdu børn at heinta og taka sær av, og tí vórðu tvey mál tikin av skránni, so at løgtingsfundurin kundi enda stutt eftir klokkan 16 í gjár.

Tá hevði tingfundurin vart í góðar fimm tímar, tí hann varð ikki settur fyrrenn klokkan 11 í gjár.

Men tá ið klokkan var farin av fýra seinnapartin tók Kári á Rógvi orðið og bað um at fáa tey bæði málini, sum eftir vórðu at viðgera, av skránni.

Tað vóru tvey mál, sum hann átti sjálvur, ið hann bað um at fáa av skránni.

Annað málið var um ein skrivligur fyrispurningur, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, skuldi svara honum um kommunala stjórnarskipan og valreglur. Hitt málið var ein skrivligur fyrispurningur, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, skuldi svara um førda fiskivinnupolitikkin.

Men tá ið klokkan gekk til fimm seinnapartin helt Kári á Rógvi, at nú nærkaðist tíðin, har Tingvarpið í sjónvarpinum mátti dvína fyri vanligu sjónvarpsskránni.

Samstundis vóru tað politikarar, sum høvdu børn at heinta og taka sær av, og summir politikarar vóru longu farnir at heim til sínar húsligu skyldur.

Samstundis hevur verið fýlst á, at Løgtingið hevur ov lítið at gera og at tað er ov langt ímillum tingfundirnar.

Tí bað hann um, at teir báðir fyrispurningarnir vórðu tiknir av skrá, so at tingfundurin kundi enda og politikararnir sluppu til hús.

Og tað eftirlíkaði formaðurin. Hann segði, at biðjur ein spyrjari um at fáa ein spurning kann tiknan av skránni, plaga formaðurin altíð at ganga áheitanini á møti og tað gjørdi hann eisini hesuferð.

Sostatt sluppu politikarar heim nakað væl fyrr seinnapartin í gjár til børn, blæur og uppvask, enn útlitini annars vóru fyri.