Stongdi konuna og børnini inni

Ákæruvaldið í Fraklandi fór í dag undir kanningarnar í einum óvanligum máli, sum hevur skelkað fransmenn.

Málið snýr seg um eina kvinnu og fýra børn, sum eftir øllum at døma hava verið innistongd í bygdini Saint-Nazaire í minst eitt ár. Tey vórðu bjargað seinasta vikuskifti, tá tað eydnaðist kvinnuni at fáa samband við løgregluna.

Hildið verður, at tað var maður hennara, sum hevði stongt hana og børnini inni. Grannarnir siga, at tað seinasta árið ella so hava teir bara sæð mannin, og tí hildu teir, at konan var farin frá honum, og at hon hevði tikið børnini við sær.

Løgreglan sigur, at konan er 47 ára gomul, og at børnini eru millum 14 og 20 ár. Maðurin er fluttur á eitt sinnissjúkrahús.