Soleiðis skrivar Jens á Skipagøtu, fyrrverandi málmaður hjá H71 og sum eigur synir, ið eru tikinir úr leikum sum hondbóltsspælarar, júst tí teir eru slopnir at venja so nógv í Hoyvíkshøllini.
Jens á Skipagøtu skrivar soleiðis:
– Høllin stendur stongd og tóm, og boðini eru, at høllin ikki kann latast upp, tí hon skal bíleggjast ein dag frammanundan. Soleiðis var eisini fyrr í kvøld.
– Eingin spontanitetur. Eingin eykavenjing. Einki frítt spæl.
Seinastu árini hava Føroyar skarað framúr innan hondbóltin. Hesi úrslitini eru m.a. komin av, at børnini eru sloppin inn í hallirnar, tá hallirnar hava staðið tómar.
– Um vend ikki kemur í, so verður góða gongdin skjótt steðgað. Hvat er meiningin við at byggja stórar, flottar hallir, um vit ikki skulu brúka tær sum mest.
– Hesir dreingirnir vilja hóast alt bara sleppa at venja.