Stoltur heimasigur í Fuglafirði

Enn einaferð vant Erla Kongsdóttir burturúr avbjóðarunum, sum vóru í tættari kapping um 2. plássið

Erla Kongsdóttir hevur vunnið alt higartil í ár, og tað var heldur eingin ivi, tá ið 5-mannaførini við kvinnum róðu kapp á varmakeldustevnu í Fuglafirði.

Tá ið bátarnir stevnu fram ímóti málinum, sigldi Erla Kongsdðóttir enn einaferð í flokki fyri seg sjálva. Kvinnubáturin hjá fuglfirðingum hevur fult stigatal, og tað skal vilja verri enn illa til, um FM heitið ikki verður fingið innanborða um eina viku.

Teistin av Argjum legði nógv fyri í startinum, tá ið tað fyrstu løtuna eydnaðist at halda Erlu Kongsdóttir, men tað var bara í eina lítla løtu. So var dagsskráin hjá Teistanum at verja næstfremsta plássið, og tað eydnaðist væl og virðiliga.

Ritan og Teistin lógu undan dagsins róðri borð um borð í FM kappingini. Nú hevur Teistin lagt seg framum í tí kappingini.

1Erla Kongsdóttir05:19.11  
2Teistin05:27.17  
3Ritan05:29.17  
4Drekin05:32.20  
5Ørnin05:34.07

 

1Erla Kongsdóttir35  
2Teistin28  
3Ritan27  
4Drekin19  
5Ørnin12  
6Sílið10  
7Jallurin4