Týsdagin í komandi viku verða 100 ár liðin, síðani Jákup Haraldsen byrjaði handilsvirksemi sítt í Fuglafirði. Í hesum sambandi býður Haraldsen til móttøku í Mentanarhúsinum í morgin, leygardagin frá klokkan 14-17.
Jákup Haraldsen varð borin í heim í Elduvík 2. november 1891 og setti sær fyri at seta á stovn nýtt handilsvirki í Fuglafirði, einans 22 ára gamal. Væl stuðlaður heimanífrá bygdi hann sethús og krambúðarbygning á Bugnum í Fuglafirði, og tann 25. november 1914 læt hann handilin upp.
Hetta var byrjanin til eina ríka handilssøgu úr Fuglafirði, har familjan Haraldsen hevur verið við frá byrjan til dagin í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Bassa Haraldsen, stjóra, sum var í morgunsendingini hjá Rás2 fyrr í morgun.