Jógvan R. Isaksen luttók um vikuskiftið í DM í plátusmíð í Silkeborg. Tað gekk 19 ára gamla Jógvani so mikið væl, at hann nú kann kalla seg besta plátusmið í ríkinum.
-Hetta er eitt ótrúliga stuttligt upplivilsi, og hetta hevur givið mær blóð upp á tonnina til at luttaka í øðrum kappingum, sigur ungi plátusmiðurin. Danmarksmeistaraskapið fyri karossaríteknikarar fór fram um vikuskiftið á tekniska skúlanum í Silkeborg, og tað var ein lærari á skúlanum, sum bað Jógvan luttaka í kappingini.
Legði arbeiðið væl tilrættis
-Tá eg var niðri á skúla í januar, spurdi ein av lærarunum meg, um eg hevði hug at luttaka í DM í plátusmíð, og eg segði ja beinanvegin, tí tað tímdi eg væl, sigur Jógvan, sum verður liðugur við útbúgvingina sum plátusmiður 18. august í ár. Sjálvur hevði hann rættiliga góðar vónir áðrenn kappingina.
-Eg hevði eitt ynski um at enda í topp 3, men hinvegin so luttekur mann nokk altíð í kappingum við eini vón um at vinna, sigur Jógvan við einum skálkabrosi.
Luttakararnir fingu 20 tímar til at vísa, hvussu góðir plátusmiðir teir eru. Í kappingini skuldu teir arbeiða við tveimum heilt nýggjum bilmodellum, har teir milum annað skuldu vísa kvalitetin í arbeiðinum, skjótleika og hvussu væl úr hondum greitt arbeiði teir kunnu gera upp á eina ásetta tíð. Saman við lærumeistaranum í Føroyum, Rógva Durhuus, legði hann eina ætlan fyri, hvussu hann skuldi leggja arbeiðið til rættis í kappingini. Jógvan var liðugur, tá 17 tímar vóru farnir, og sjálvur hevði hann onga hóming av, hvussu hann hevði klárað seg.
-Eg visti, at tað var antin ordiliga gott ella øgiliga ringt at vera liðugur, áðrenn tíðin var farin, greiðir Jógvan frá.
Kappingin var strævin
Sigast kann ikki annað, enn at arbeiðið hjá Jógvani var væl úr hondum greitt, tí tá 17 tímar vóru farnir, var hann liðugur at arbeiða upp á bilarnar. Ein annar luttakari kláraði at verða liðugur innan ásettu 20 tímarnar, meðan hinir tveir luttakararnir ikki megnaðu at halda seg til ásettu tíðina.
-Tað var eitt øgiligt trýst, ímeðan kappingin fór fram. Har vóru áskoðarar, og dómararnir stóðu undir liðini á mær næstan alla tíðina, fortelur Jógvan. Hann arbeiddi nærmast út í eitt, teir 17 tímarnar hann arbeiddi upp á bilarnar.
-Eg hevði úr at gera og hevði bara ein lítlan døgurðasteðg, so tú kanst ætla, at tað vóru nakrir harðir tímar.
Heiðraður við sjampanju
Mánakvøldið kom besti plátúsmiður í ríkinum aftur til Føroya, og familja, vinir og starvsfelagir vildu sjálvandi hátíðarhalda avrikið hjá Jógvani.
-Í flogfarinum á veg heim segði eg við systir mína, at nú fór at vera gott at koma heim í song, sigur Jógvan, sum tó ikki slapp at sova fyrr enn nakað út á náttina. Hann bleiv heintaður av limousinu á flogvøllinum, sum koyrdi hann til ungdómshúsið Staðið í Vestmanna, har hátíðarløta varð hildin.
-Tað var bara stuttligt at koyra í limousinu og drekka sjampanju, sigur Jógvan.
Gleðir seg til HM
Gerandisdagurin á ProLakk er byrjaður aftur, har Jógvan fæst við upprætting og lakkering, men hann ætlar sær at luttaka í fleiri kappingum innan sítt fak.
-Næsta summar er heimsmeistaraskapið í plátusmíð í Týsklandi, og har ætli eg mær avgjørt at luttaka. Harafturat fari eg seint í ár at luttaka í meistaraskapunum í Noregi og Svøríki, soleiðis at eg eisini kann vita, hvørjum støði eg eri á, greiðir Jógvan frá. Hann kann tó sum føroyingur einans vera við í kappingunum í Noregi og Svøríki, men kann ikki vinna.
-Tær kappingarnar síggi eg sum eitt slag av venjingarlegum, har eg kann venja meg við at kappast og gerast enn betri.
At Jógvan ætlar sær langt, er eingin ivi um.
-Eg royni at gera eitt gott arbeiði hvønn dag, og so ætli eg mær eisini niður til Danmarkar á ymisk skeið innan plátusmíð, greiðir Jógvan frá.
Dugnaligur lærlingur
Jógvan hevur verið í læru hjá ProLakk í trý ár og sjey mánaðir, og lærumeistarin er ikki sørt errin, nú hann hevur danmarksmeistaran í plátusmíð á sínum verkstaði.
-Vit eru allir ótrúliga stoltir av Jógvani, men tað er fyrst og fremst honum sjálvum at takka, at hann hevur vunnið, sigur Rógvi Durhuus, sum eigur og rekur verkstaðin ProLakk. Hann er ikki ovfarin av, at Jógvan um vikuskiftið gjørdist danmarksmeistari í plátúsmíð, tí sambært honum hevur Jógvan tað neyðuga hegnið og ágrýtnið, sum skal til.
-Jógvan gongur upp í hetta arbeiðið við lív og sál. Hann er ágrýtin, perfektionistiskur og tímir væl, sigur Rógvi Durhuus, sum ikki ivast í, at tað er at ganga Jógvani væl til HM næsta summar.
-Gongur tað væl, skal hann nokk koma at liggja í toppinum, sigur fegni lærumeistarin.