Stoltenberg heldur kanska fram sum aðalskrivari í Nato

Jens Stoltenberg gloppar nú dyrnar fyri, at hann kanska heldur fram sum Nato-aðalskrivari

 

Jens Stoltenberg, tá hann vitjaði í Føroyum sum forsætisráðharri í 2012 Mynd: Dávur Winther

Hann hevur verið aðalskrivari í Nato síðani 2014 og skeiðið hjá honum er longt tvær ferðir. Seinastu tíðina hava leysasøgu gingið um, at danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, kann gerast næst Nato aðalskrivarin.

Jens Stoltenberg sigur, at tað er upp til tey 31 Nato londini at gera av framtíð hansara.

Tað verður mett sum, at hann nú gloppar dyrnar fyri møguleikanum at halda fram í starvinum, um hann verður spurdur. TV setti honum tann spurningin:

– Tá tað kemur til eftirmann ella -kvinnu hjá mær, so er tað ein avgerð, sum tey 31 Nato londini skulu tað. Eg havi ábyrgdina av øllum avgerðum í samgonguni uttan einari. Tað er mínari framtíð. Tað er upp til tey 31 sameindu at gera av, sigur Jens Stoltenberg.

Og tá Ritzau spurdi hann aftur, sigur hann, at hann heldur fast við tað, sum hann áður hevur sagt um, at hann »ikki hevur ætlanir« um at søkja um at leingja starvið.

Spurningur: Tú hevur áður sagt, at tú fert at leggja frá tær sum aðalskrivari eftir hetta skeiðið. Men nú sigur tú, at avgerðin er ikki tín. Merkir tað, at tú ert sinnaður at halda fram í til dømis 12 mánaðir, um Nato-londini heita á teg um tað?

– Eg sigi júst tað sama, sum eg havi sagt alla tíðina. Eg havi ikki aðrar ætlanir. Og eg havi onga ætlan um at søkja um at leingja starvið, sigur Jens Stolteberg.

/ritzau/

 

 

Jens Stoltenberg, tá hann vitjaði í Føroyum sum forsætisráðharri í 2012 Mynd: Dávur Winther