Sunnudagin seinnapartin hevur onkur, ið var staddur uppi Millum Gilja, havt tørv á flutningi. Viðkomandi stjól ein skutara úr einum bilhúsi, ið stóð opið.
Á veg omaneftir Flatarvegnum fer skutarin útav vegnum, og hann ferí knús. Tjóvurin tekur tó til rýmingar beinanvegin, og løgreglan hevur ikki fingið fatur í viðkomandi.
Løgreglan hevur tikið tríggjar bilførarar, ið koyrdu við kenning, um vikuskiftið. Ein varð tikin fríggjanáttina, meðan hinir báðir komu í klørnar hjá løgregluni náttina eftir.
Sunnukvøldið var eisini innbrot í næmingaheiminum við Marknagilsvegin. Gerningsmenninir hava brotið høvuðsdyrnar upp og hava tikið 500 krónur, ið lógu óvardar í einum pengakassa í bygninginum.