Ein 56 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í morgun dømdur eina bót á 1.000 krónur fyri stuldur í fýr førum.
Hann var upprunaliga ákærdur fyri rán í tí eina førinum, men ákæruvaldið fráfall hesa ákæruna og broytti hana til stuldur.
Í trimum førum hevði maðurin verið inni í einum handli og stolið eina fløsku av húsarhaldsspritti, og í tí eina førinum hevði hann, saman við einum øðrum, verið inni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum og stolið tríggjar dunkar av hospitalsspritti eina náttina.
Ikki er greitt, hvussu teir báðir vóru komnir inn á Landssjúkrahúsið, men tað hevur í hvussu er ikki verið við at ringja seg inn gjøgnum høvuðsdyrnar.
Ein sjúkrahjálpari við drúgvum royndum á Landssjúkrahúsinum varnaðist, at onkur óviðkomandi var komin inn á barnadeildina, og hon »fangaði« teir báðar í einum goymslurúmi.
Hon varnaðist ikki, at teir høvdu nakran sprittdunk uppi á sær, og læt teir fara. Teir vórðu kortini handtiknir nakað seinni á Landssjúkrahúsinum, har teir sótu og drukku av dunkunum.
Hin ákærdi í sjúkrahúsmálinum fekk eina bót á 500 krónur, men 56 ára gamli maðurin hevði tríggjar aðrar ákærur um stuldur hangandi, og fekk tí 1.000 krónur í bót umfrmt at hann skal gjalda sakarmálskostnaðin.
Rindar hann ikki, skal hann inn at sita í seks dagar.