Stokkhólmur: Smittan spjaðist við øgiliga ferð

Fimti hvør er smittaður

Koronusmittan er av álvara farin at gera um seg í svenska høvuðsstaðnum Stokkhólmi, og um fimti hvør persónur, ið varð kannaður í farnu viku, hevur fingið staðfest smittuna - fimti hvør persónur.

Dagens Nyheter sigur sambært DR, at í farnu viku vórðu 42.000 fólk kannað fyri koronusmittu í Stokkhólmi, og fimti hvør av teimum hevur altso fingið staðfest smittuna.

Hetta merkir, at onnur bylgjan av smittuni er komin til Stokkhólms, Johan Styrud, formaður fyri svenska læknafelagið.

– Talið á smittaðum økist skjótt nú. Vit seta met hvørja viku, bæði í tali á testum, lutfalli á smittaðum og faktiska tali á smittaðum, sigur Claes Ruth, funktiónsstjóri á Karolinska Universitetslaboratorium við Dagens Nyheter.