Størsta yvirgansatsókn síðani kríggið

140 sakleys fólk eru dripin. Allir teir átta yvirgangsmenninir eru deyðir

140 sakleys fólk eru dripin. Allir teir átta yvirgangsmenninir eru deyðir

 

Yvirgangsatsóknirnar í París í gjárkvøldu eru tær størstu og blóðugastu síðani annan heimsbardaga. Fyribilstølini siga, at 140 fólk eru deyð.

 

Sagt verður eisini, at talan er um átta yvirgangsmenn, sum allir eru deyðir. Sjey teirra eru deyðir av sjálvmorðsbumbum, sum teir høvdu í einum belti um miðjuna. Tann áttandi varð skotin av løgregluni.

 

Tey flestu offrini doyðu í konserthøllini Bataclan. Har eru um 100 fólk deyð. Tað var sagt, at talan var um gíslatøku. Men vitni hava seinni sagt, at talan var ikki um eina gíslatøku, men heldur eina beinleiðis likvidering. Fleiri av gíslunum bønaðu løgregluna um at leyp á, og tað gjørdi løgreglan eisini lutvíst skjótt.

 

Umframt í konserthøllini Bataclan, so vóru atsóknir framdar við tjóðarleikvøllin í París, har franska og týska fótbóltslandsliðini spældu vinardyst, og á fleiri matstovum og café'um.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/news/yvirlit-her-voru-atsoknirnar-i-paris/Her vóru atsóknirnar í París

 

Tvær sterkar spreinginar hoyrdust á tjóðarleikvøllinum. Vitni siga, at tey hildu, at talan var um kanónsløg – og tí kom ikki órógv í áskoðararnar undir dystinum. Men aftaná floymdu fólk inn á vøllin.

 

Enn hevur eingin tikið sær ábyrgd av atsóknunum. Men sagt verður, at víðgongdir millitantir islamistar heiðra atsóknini.

 

TRÝST HER fyri at síggja fleiri myndir úr París (Myndir: Polfoto)