Størsta fótbóltshetjan í Uruguay er deyður

Alcides Ghiggia skeyt avgerandi málið, tá Uruguay vann 2-1 á Brasil á Maracana leikvøllinumm i 1950

Í Uruguay er landasorg. Størsta fótbóltshetjan, sigursskjúttin í tí legendariska, avgerandi HM-dystinum á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro tann 16. apríl í 1950, Alcides Ghiggia er deyður.

 

Júst á 65 ára degnum fyri minniliga sigrinum doyði Alcides Ghiggia. Í Uruguay hevði Alcides Ghiggia legendu-status alt lívið, tí hann, sum 23 ára gamal skeyt sigursmálið til 2-1, tá Uruguay sera óvæntað vann 2-1 á stórfavorittunum úr Brasil, sum vóru púra sigursvísir um, at teir fóru at vinna HM-endaspælið á heimavølli í Brasil í 1950.

 

200.000 áskoðarar fóru í sjokk, tá Alcides Ghiggia skoraði sigursmálið fáar minuttir áðrenn leiklok. Alcides Ghiggia varð sjálvur kendur fyri at siga: "Tað eru bert tríggir persónar, sum hava fingið 200.000 fólk at verða púra kvirr á Maracana. Pávin, Frank Sinatra, og eg.". Nú Alcides Ghiggia er deyður eru allir spælararnir frá HM-finaluni í 1950 farnir foldum frá.  

 

Umframt at vinna HM-heitið við Uruguay varð Alcides Ghiggia uruguayanskur meistari við høvuðstaðarfelagnum, Penarol í 1949 og í 1951, og hann varð italskur meistari við AC Milan í 1962, og hann vann Fairs Cup, sum var fyrsta útgávan av UEFA Cup við AS Roma í 1961.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj og hoyr tá undirritaði og Ivan Eginsson Eysturland møttu Alcides Ghiggia á fótbóltssavninum í Montevideo í Uruguay tann 18. november í 2013. Tá fekk Alcides Ghiggia ein myndakalendara frá Miðlahúsinum, sum Ivan Eginsson Eysturland handaði honum.