Bill Edgar frá enska blaðnum "The Times" hevur roknað út afturgongdina hjá enska meistaraliðnum Chelsea í mun til undanfarna kappingarár, og talknúsarin og fótbóltsserfrøðingurin hevur roknað seg fram til, at einki lið í bestu ensku fótbóltsdeildini hevur havt eitt verri kappingarár mett í mun til undanfarna kappingarár, enn Chelsea, kappingarárið 2015-16.
Besta enska fótbóltsdeildin var stovnað í 1888, og hesi 137 árini er einki liðið fallið so nógv í úrtøku, sum Chelsea, kappingarárið 2015-16, mett í mun til undanfarna kappingár. Talknúsarin hjá The Times hevur roknað uppá øll úrslitini í bestu ensku deildini tey farnu 137 árini. Í útrokningini fáa liðini trý stig fyri vunnan dyst, og eitt stig fyri javnleik, og vísir útrokningin, at Chelsea er tað liðið, sum er versnað mest í mun til undanfarna kappingarár í drúgvu og longu søguni hjá bestu ensku fótbóltsdeildini.
Áðrenn tapið ímóti Leicester City hevði Chelsea fingið 15 stig í 15 dystum, tað er eitt snitt uppá eitt stig. Aftaná tapið ímóti Leicester er Chelsea niðri á 0,93 stig pr. dyst i teimum 16 dystunum, ið eru leiktir í Premier League hetta kappingarárið. Undanfarna kappingarár fekk Chelsea 2,29 stig pr. dyst.
Næstringasta liðið á hesum serliga, søguliga yvirlitinum er Sheffield United, sum kappingarárið 1975-76 hevði eitt snitt uppá 1,16 stig fyri 16 dystir (um roknað verður við trimum stigum fyri vunnan dyst). Triðringasta liðið er Liverpool, kappingarárið 1899-1900, sum hevði eitt snitt uppá 1,26 stig fyri 16 dystir (um roknað verður við trimum stigum fyri vunnan dyst). Enska ligan innførdi skipanina við trimum stigum fyri vunnan dyst í 1981.
Henda søguliga eyðmýkingin gjørdi uttan iva sítt til, at José Mourinho misti starvið, sum høvuðsvenjari hjá Chelsea í dag.










