Størri opinleika um tunnilin

Forvirringin um Skálafjarðartunnilin er fullkomin, nú fleiri uppskot um sama tunnil eru løgd fyri tingið. Landsstýrismaðurin kundi verið meira opin um uppskotið, tí tað hevði gagnað bæði uppskotinum og landsstýrinum. Tað heldur Jørgen Niclasen.

 

– Um eg verið spurdur, um tað er ódemokratiskt, at eingin skal vita, hvat stendur í einum møguligum sáttmála millum landið og privata felagið, so sigi eg ja, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

 

Hann heldur, at tað hevði sømt seg at havt meira opinleika um Skálafjarðartunnilin.

 

Tað eru fleiri viðurskifti um Skálafjarðartunnilin, sum landsstýrismaðurin við Innlendismálum hevur hildið aftur frá løgtinginum og frá fólkinum. Eitt nú stendur í lógaruppskotinum frá Innlendismálaráðnum, at sáttmálin millum privata felagið, sum skal reka tunnilin, og landið, ikki skal vera fevndir um lógina um alment innlit, fyrr enn eitt hálvt ár eftir, at tunnilin er liðugur. Sostatt leggur innlendismálaráðharrin upp til, at eingin skal vita hvat stendur í sáttmálanum, fyrr enn tunnilin er liðugur.

 

– Opinleikin átti at verið størri frá byrjan, sigur Jørgen Niclasen í stuttari viðmerking.

 

Hann vísir á, at ruðuleikin um hetta málið er fullkomin, nú fýra uppskot eru løgd fram um Skálafjarðartunnilin, meðan eitt uppskot frá Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen er ávegis í tingið.