Okkurt bendir á, at Føroyaportalurin vaknar aftur úr dvala komandi ár. Í gjár vóru fylgjandi boð løgd á Facebookvangan hjá Føroyaportalinum:
- Er nakað farið framvið síðan FP gavst 11. mai í ár? Ja, pínadoyð, tað er. Vit lova at gera tað betri í nýggja árinum, tá FP vendir aftur størri og stuttligari.
Saman við boðunum, hevur toymið handan portalin lagt ein stuttan film út, við nøkrum hæddarpunktum frá ymiskum sendingum hjá Kringvarpinum í ár.
Nú boða teir so frá, at teir venda aftur, tó uttan at seta neyvari dagfesting á. Havandi í huga, at bæði fólkatingsval og løgtingsval standa fyri framman, fer neyvan at skorta av tilfari, og toymið handan skemtiportalin hevur áður víst seg duga væl at finna upp á.
So mong munnu tey vera, ið gleða seg at síggja fyrstu viðmerkingarnar frá skemtiportalinum.