Norsk forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hitti í dag kanadiska forsætisráðharran, Justin Trudeau, í Montreal í Kanada.
- Her umrøddu teir kríggið í Ukraina og samstarvið um Arktis, sigur norska stjórnin í tíðindaskrivi.
Jonas Gahr Støre sigur, at Kanada er ein týdningarmikil samstarvspartur í Arktis.
- Tí eri eg fegin um at koma her at tosa um avbjóðingar, sum vit mugu loysa saman.
Norski forsætisráðharrin leggur aftrat, at stórar avbjóðingar eru knýttar at veðurlagi, orku og nýggjari tøkni.
- Hesar avbjóðingar mugu vit loysa tvørtur um landamørk, sigur norska stjórnin í tíðindaskrivi.
Jonas Gahr Støre er í Kanada í samband við ráðstevnuna, Global Progress Action, vita norskir miðlar at siga í kvøld.