Bert tvey valevni hava lýst seg sum forsætisráðharravalevni undir einum sjónvarpskjaki í kvøld í sambandi við valið til Stórtingið í Noregi.
Jonas Gahr Støre úr Arbeiðaraflokkinum og Erna Solberg úr Høyre boðaðu frá, at tey eru valevni til forsætisráðharrasessin, tá floksleiðararnir í Noregi vórðu spurdir, hvør bjóðar seg fram til forsætisráðharrasessin.
Sylvi Listhaug úr Framburðsflokkinum vildi harafturímóti ikki at lýsa seg sum forsætisráðharravalevni, siga NRK og blaðið VG frá.
Sambært VG hevur Framburðsflokkurin í eina tíð staðið til at gerast størsti flokkur á norska høgravonginum.
Serliga vóru floksleiðararnir bidnir um at trýsta á ein "ja" knøtt, um teir eru valevni til forsætisráðharrasessin.
Tá Sylvi Listhaug helt seg frá at trýsta á knøttin, varð hon spurd, hví hon hvørki hevur sagt ja ella nei til at stilla upp til sessin.
- Vit hava sagt í eitt hálvt ár, at størsti flokkurin skal fáa forsætisráðharrasessin. Men eg haldi, at veljararnir nú eru rættiliga troyttir av hesum kjakinum um størv, varð Listhaug endurgivin fyri at siga av NRK.
NRK er vertur fyri kjakinum millum floksforfólkini.
/Ritzau/