Støðan hjá sjey ára gamlari kritisk eftir skot í London

Skotið var við eina katólska kirkju í gjár. Seks fólk eru særd – teirra millum ein sjey ára gomul genta.

 

En sjey ára gomul genta er í kritiskari støðu, eftir at hon varð rakt av skotum framman fyri eina katólska kirkju í London.

Fimm onnur eru eisini særd av skotunum.

Skottilburðurin fór fram eftir eina sonevnda sálarmessu, sum varð hildin fyri eini móður og dóttur, sum doyðu í november.

Syrgjandi runnu skríggjandi av staðnum við kirkjuna í høvuðsstaðnum, meðan skot hoyrdust.

– Fyrstu kanningarnar benda á, at skotini komu úr einum akfari, sum koyrdi, og sum síðani koyrdi av staðnum, sigur løgreglan í London í einum boðum.

Presturin, sum hevði sálarmessuna, Jeremy Todd, sigur við tíðindastovuna PA, at sálarmessan var til heiðurs fyri 20 ára gomlu Sara Sanchez og mammu hennara, sum báðar doyðu innan ein mánað í november í fjør. 

Tann unga kvinnan doyði av blóðkrabba, meðan mamman doyði, eftir at hon fekk ein blóðtøpp, tá hon kom til Heathrow flogvøllin úr Kolumbia, skrivar miðilin MyLondon.

– Eg hoyrdi eitt øgiligt brak, og eg hugsaði, at hetta er ikki vanligt, og næstu løtuna skríggjaðu og róptu øll, sigur ein granni við PA.

Løgreglan í London biður øll vitni um at seta seg í samband við løgregluna.

/ritzau/AFP