Sum vit skrivaðu í gjár, er at kalla einki arbeiðsloysið í Føroyum. Arbeiðsloysið er 0,8 prosent – men tað er arbeiðsloysið í miðal, tí tað er ein ávísur munur á, hvussu tað stendur til í ymsum pørtum í landinum.
Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at tað er í meginøkinum, at arbeiðsloysið er serliga lágt. Har er arbeiðsloysið allastaðni undir eitt prosent.
Arbeiðsloysið er nevniliga lægst í Eysturoy, har tað er bara 0,4 prosent og í Vágum er tað bara 0,5 prosent. Í Norðoyggjum er arbeiðsloysið bara 0,6, í Norðstreymoy er tað 0,8 prosent og í Havnini er tað 0,9 prosent.
Hinvegin er syðri partur í landinum í eini øðrvísi støðu. Arbeiðsloysið er størst í Sandoynni, tí har er tað tvey prosent. Sostatt er arbeiðsloysið vaksið har hesar seinastu mánaðirnar, tí í apríl í fjør var tað bara 0,6 prosent.
Støðan er næstan tann sama í Suðuroy, tí har er arbeiðsloysið 1,7 prosent.
Sostatt er støðan í Suðuroy at kalla óbroytt hesar seinastu mánaðirnar, men verður farið eitt sindur longur aftir, er støðan batnað munandi, tí í mai í 2020, var arbeiðsloysið í Suðuroy yvir seks prosent, men síðani er tað minkað javnt og samt.
##med2##