Stóð illa til tíðliga í seinna hálvleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr venjaran hjá Neistanum taka samanum 20-24 tapið ímóti StÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við venjaran hjá Neistanum, Jónleif Sólsker, aftaná 20-24 (7-12) tapið hjá Neistanum ímóti StÍF í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini.

 

Jónleif harmast tapið, men hann staðfestir, at tað stóð nógv verri til hjá Neistanum í byrjanini í seinna hálvleiki, tá strandingar vóru á odda við sjey málum. Jónleif fegnast um, at hansara menn arbeiddu seg væl upp seinasta partin av dystinum, sum gevur teimum ein møguleika at heinta leiðsluna inn aftur í seinnu hálvfinaluni. Jónleif heldur eisini, at StÍF hevur nakrar einstaklingar á liðnum, sum muna nógv, tá á stendur. 

 

Jónleif trýr uppá møguleikan, men ásannar, at tað verður torført nú StÍF hevur eina fýra máls leiðslu áðrenn liðini hittast aftur í Havn, sunnudagin klokkan 15.