Samrøður verður við svenskarar í Føroyum, og føroyingar í Svøríki Í samband við, at Atlantic Airways fer at flúgva til Stockholm, so fer Rás2 at hava Stockholmsradio millum kl. 9.05 og 12.00 í morgin. Vit fara m.a. at hoyra samrøður, sum Heri Simonsen hevur gjørt í Stockholm. Har prátaði hann við Hera Eysturlíð og við Guðrið Højgaard, sum er marknaðarleiðari hjá Visit Stockholm samtakinum. Vit skulu eisini hoyra samrøður, sum Heri hevur gjørt við Innu Törnroos, sum býr í Stockholm og Mariu á Lofti hjá Atlantic Airways. Torbjörn Nyström frá svenska-føroyska vinarfelagnum kemur í studio hjá Rás2 kl. 9.30. Og sjálvsagt verður nógvur góður svenskur tónleikur at hoyra.