Túrurin runt Eystnes er ein lættur gongutúrur, ar gott útsýni er norðureftir til Nólsoynna og yvir Skálafjørðin, harafturat hevur umráðið eitt sera ríkt fuglalív.
Gingið verður sí+ðan innaftur á Nes, har borðreitt verður viðkaffi og køkum í gamla próvstasætinum. Eisini verður her kunnandi fundur um stovnan av gongufelag í Eysturoynni.
Áhugin hjá eysturoyingum fyri at ganga er stórur, so hetta er eitt tiltak, sum tey vænta, at nógv fara at taka undir við. Ætlanin er, at eitt gongufelag skal fyrireika ein gongutúr um mánaðin ymsastaðni í Føroyum.
Kostnaður fyri túrin er kr 75.00. Tilmelding til túrin hjá Eysturoyar Kunningarstovu í Runavík, tel 44 94 49 fax 44 91 80, Eysturoyar Kunningarstovu í Fuglafirði, tel 44 48 60 fax 44 51 80. At enda siga tey, at túrurin bert verður gjørdur um viðrar, og at tey, ið ætla at taka lut á túrinum eiga at tryggja sær, at túrurin verður gjørdur, áðrenn farið verður avstað.