Stjórin í Kringvarpinum: Eingin trupulleiki

Stjórin í Kringvarpinum sær ongan trupulleika í samantvinningini ímillum almenna Kringvarpið og eitt úrvalt privat felag, uttan at geva øðrum møguleikan at bjóða seg fram

Hóast tað er eitt privat felag, sum stílar fyri stóru nýggjársendingin hjá Kringvarpi Føroya, er  uppgávan ikki boðin út, so at onnur eisini fáa høvi at bjóða seg fram.

 

Tað staðfestir Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum.

 

Hann sigur, at ongin hevur vent sær til Kringvarpið og víst áhuga fyri at gera nýggjárssending og tað tekur hann sum prógv fyri, at ongin annar hevur áhuga.

 

Hann sigur, at skulu vit hava eina so umfatandi nýggjárssending, er hetta frægasta loysnin.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, Dia Midjord greiða Rólanti Waag Dam frá Rás2, frá, hvussu Kringvarpið ætlar at tryggja óheftni í sendingini, hvussu privata felagið skal rinda fyri útgerðina hjá Kringvarpinum og, hví hann ikki heldur, at tað er ein trupulleiki, at ávís privat feløg rinda fyri sendingina.

 

Les eisini: Kringvarpið á eggini

Les eisini: Kreativur Nýggjárssáttmáli