Stjórin á Strandferðsluni farin úr starvi

Bogi Mortensen er ikki longur stjóri á Strandferðsluni

Bogi Mortensen er nú farin frá sum stjóri á Strandferðsluni.

 

Tað sigur Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi beint nú.

 

Vinnumálaráðið og Bogi Mortensen hava gjørt eina fráfaringaravtalu, sum er grundað á setanarsáttmálan hjá Boga Mortensen.

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tí sett Regin I. Jakobsen í fyribils starv sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins, inntil nýggjur stjóri er settur.

 

Regin I. Jakobsen er 47 ár, útbúgvin cand. merc.aud. og hevur m.a. starvast sum fíggjarleiðari í Vága Floghavn.

 

Í næstum verður lýst eftir nýggjum stjóra, sigur VInnumálaráðið.